28.10.2019
Borðtennis-kapping í Húsinum
Í kvøld hevur verið borðtennis-kapping hjá teimum ungu í Dávavirkinum. At spæla borðtennis hevur víst seg at vera eitt stórt hitt millum tey ungu. Síðani vit fingu borðið hevur altíð onkur havt gongd í einum borðtennisdysti.
Í kvøld var so fyrsta kappingin. 28 ung luttóku í kappingini (eingi starvsfólk), sum má sigast at vera heilt góð undirtøka.
Tá avtornaði stóð Wenzel eftir sum vinnari. Hann vann eitt borðtennisbatt.
Hjartaliga tillukku Wensel:)